Hóast hækkingina fyri 2025, sum Almanna- og Mentamálaráðið og Sirið Steenberg hava kunna um, so verða giftir pensjónistar snýttir fyri kr. 11.926 og fyri hjún er upphæddin sostatt kr. 23.853, tvs. útvið kr. 2.000 um mánaðin.
Ógvusligur prísvøkstur hevur verið síðan 2021, og pensjónistarnir eru meint raktir av hesum. Fyri eini hjún er talan um kr. 91.358 fyri árini 2022, 2023, 2024 og 2025, samanlagt. Hetta er sera ógvusligt og rakar sera meint, serliga hjá pensjónistum, sum ikki hava aðra almenna ella privata pensjónskipan. Prístalið í nov. 2021 var 121,6 og er vaksið til 143,8 pr. nov. 2024. Hetta er ein sera ógvusligur prísvøkstur, sum ikki sæst aftur í almennu veitingunum til pensjónistarnar.
Veitingarnar til pensjónistarnar eru samansettar av 4 pørtum, sum eru grundupphæddin, viðbótin, AMEG/Samhaldsfasti og skattafrádrátturin. Tølini í hesum døminum umfata bert giftar pensjónistar føddir innan 1. jan. 1953, men vantandi prísjavning rakar allar pensjónistarnar sera meint. Í hesum útrokningum eru brennistuðul, aðrar pensjóns-, kapital- ella pensjóninntøkur ikki tiknar við.
Vegna vantandi prísjavning eru upphæddinar fyri árini 2022, 2023, 2024 og 2025 ávikavíst kr. 2.628, 16.204, 14.921 og 11.926, í alt kr. 45.679 og fyri hjún kr. 91.358.
Samlaða upphæddin sum giftir pensjónistar verða snýttir fyri í 2025 er kr. 23.853, ella útvið kr. 2.000 um mánaðin og avmarkar, sum higartil, enn meira um keypiorkuna hjá pensjónistunum.
Allir lønarbólkar hava fingið ein munandi lønarvøkstur í mun til ógvusliga prísvøksturin (inflatión), men hetta er ikki galdandi fyri pensjónistarnar.
Tá ið so pensjónistarnir royna at forvinna sær eina eyka inntøku, verða teir mótroknaðir í pensjónsviðbótini, um inntøkan er hægri enn kr. 61.900. Hetta mótrokningsfría inntøkumarkið er tað sama sum í 2014 og er heldur ikki prísjavnað. Ein prísjavning hevði hækkað hetta markið upp til kr. 74.394, men einasta rætta loysn er at avtaka mótrokningina beinanvegin. Ein pensjónistur, sum t.d. arbeiðir ½ tíð, hevur eina sera gagnliga og jaliga ávirkan á tjóðarbúskapin og bruttutjóðarúrtøkuna (BTÚ). Hóast arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, innflyta vit arbeiðsmegi heldur enn at skapa betri karmar fyri pensjónistarnar.
Í Danmark er mótrokningin strikað, og um ein pensjónistur heldur fram á arbeiðsmarknaðinum við í minsta lagi 30 tímum, fær hann eina takkarheilsan við einum skattafríum gávukekki (seniorpræmie) á kr. 48.555 fyrsta árið og kr. 28.902 næsta árið, fulla pensjón og onga mótrokning, hetta má sigast at vera ein sera virðilig loysn - í Føroyum verða pensjónistanir revsaðir!
Landsstýrið frøist um, at pensjónsveitingin hækkar við umleið kr. 400 um mánaðin í 2025, men veruleikin er ein reallønarlækking av veitingini á umleið kr. 1.000 um mánaðin, herav Samhaldsfasti við kr. 466.
Hetta er ein óvirðilig støða fyri pensjónistarnar, og tískil verður staðiliga heitt á Landsstýrið um at rætta henda ógvusliga ójavna og mismun beinanvegin og við afturvirkandi gildið. Eisini verður heitt á Landsstýrið um at gera sína ávirkan galdandi mótvegis AMEG stýrinum (Samhaldsfasta) soleiðis, at henda veitingin eisini verður prísjavnað.
Tórshavn 20. januar 2025
Robert Vilhelmsen
Kelda: Hagstovan, AMEG, Almannaverkið, Almanna- og Mentamálaráðið og egnar útrokningar
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo