HSF: Pauli Rasmussen, sum spælir við føroyska U19-landsliðnum, hevur í vikuskiftinum luttikið í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.
Pauli var ein av teimum, sum vóru kosnir dagsins leikarar í U18 EM-endaspælinum í summar, og fekk hann hervið innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørur fyri Respect Your Talent.
EHF vil við átakinum stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.
Á skránni hetta vikuskiftið vóru m.a. hesi evni, tvíbýtta yrkisleiðin, anti-doping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva. Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsnøvnum, m.a. Hans Lindberg, Viran Morros og Lubomir Vranjes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo