Stór og fjølbroytt páskastevna verður hildin í Kelduni í Skálafirði 13.-17. apríl.
Í ár fara útlendskir talarar at seta dám á stevnuna. Hesir talarar eru Dr. Thomson K. Mathew úr Amerika og Cecilia Chan og Charleston Lim úr Singapor. Ymiskar føroyskar sangkreftir luttaka eisini á møtunum.
Umframt møtini eru fleiri onnur spennandi tiltøk á skránni: barnamøtir, leiðsluseminar, AWAKE XL og “Sangurin og tú”.
Allar talurnar, sum verða hildnar a enskum, verða frá pallinum tulkaðar til føroyskt. Til øll møtini er eisini møguleiki at fáa tulking til enskt. Teknmálstulking verður til kvøldmøtini leygardag, fyrsta páskadag og annan páskadag.
Øll møtini verða stroymd beinleiðis á heimasíðuni. Eisini samsendir útvarpsstøðin Lindin frá stevnuni.
Lesið meira um stevnuna, talarar, skránna o.a. á paskir.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo