Almennur fundur fyri fólk við parkinson, avvarandi og onnur sum hava áhuga fyri parkinson, verður í Ribarhúsið í Fuglafirði næsta mikudag klokkan 18.30.
Á skránni er felagssangur, fyrilestur og hugni.
Anna Berg Dánielsen, fysioterapeutur, fer at greiða frá parkinson venjingum.
John William Joensen, formaður í parkinsonfelagnum greiður frá felagnum, parkinson og viðger í Føroyum í dag.
Eisini verður felagsangur, kaffi, te og køkur á skánni, siga fyrireikararnir, sum leggja afturat, at øll eru hjartaliga vælkomin.
Parkinsonfelagið ferðast kring landið og kunnar um felagið, og fundur verður eisini í Vági.
Tann fundurin verður leygardagin 29. Mai kl. 14 og hann verður á Hamrargarði í Vági.
Í Heyst er ætlanin at skipa fyri fleiri fundum kring landið, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo