- Ein skuldi ikki trú at tú var tann yngsti floksformaðurin í valstríðnum, teir eldru hava nógv at læra av tær, skrivar Líggjas Johannesen, pápi blaðunga Beinir Johannesen sum sambært seinastu kanningunum hevur megnað at "vent søkkandi skútuni" sum flokkur hansara, Fólkaflokkurin, varð skýrdur eftir fólkatingsvalið herfyri, tá flokkurin fekk eitt sera vánaligt val.
- Tað skal nógv til fyri at imponera pápa tín, men tað klárar tú! Helst sá tú upp til pápa tín, tá tú var smádrongur, í dag er støðan tann, at nú síggi eg upp til tín, skrivar Líggjas Johannesen, sum forrestin er bróður formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel Johannesen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo