Vegna útlit fyri regni og vánaligum sýni er Oyggjadagurin avlýstur í morgin. Peningur fyri ferðaseðlar verður endurgoldin hjá Visit Tórshavn, til ber eisini at ringja 302425 og fáa peningin fluttan aftur á konto.
Matur er tó at fáa í Nólsoy frá kl. 17, og tónleikur verður eisini at hoyra. Ternan siglir av Havnini út til Nólsoyar eftir vanligu ferðaætlanini hjá SSL.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo