Talan er um uppskotið at veita Húsalánsgrunninum eina lániheimild á 350 milliónir krónur, sum undir triðju viðgerð var beint aftur í Rættarnevndina.
Tað var Jacob Vestergaard sum vildi hava uppskotið aftur í nevnd, tí Løgtingsgrannskoðararnir settu spurnartekin við langtíðarhaldføri hjá Bústøðum.
Undir atkvøðugreiðsluni, tá ið broytingaruppskotið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddu Liljan Weihe og Erling Eidesgaard fyri, meðan Sólvit Nolsø atkvøddi blankt, so 14 vóru fyri at koyra málið aftur í Rættarnevndina, meðan 12 vóru ímóti, og ein atkvøða var blank.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo