Orkuserfrøðingurin Bogi Bech Jensen, svaraði í D&V í kvøld spurninginum við einum ja, um hann helt stóra útbyggingarætlanin hjá landsstýrinum kundi koyrast í skrell.
Spurningurin varð settur orkuserfrøðinginum eftir at sjónvarpið hevði víst, hvussu nógvan streym SEV hevur rindað fyri, sum ikki verðurt brúktur. Talan er um 31 milliónir krónur, sum sagt var um fóru beinleiðis í skrell.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo