Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, hevur ætlanir um at hitta fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump í eini roynd at fáa steðga krígnum hjá Russlandi í Ukraina.
Tað skrivar Bloomberg.
Bloomberg endurgevur uttanríkismálaráðharran, Péter Szijjártó, sum heldur at ein fundur er neyðugur, tí "Kyiv sigrar ikki á Russlandi," og "Russland sigrar ikki á Vesturheiminum," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo