Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við, at privati granskingarstovnurin Sjókovin varð settur á stovn fyrr í ár, verður opið hús og framløgur í Bátasavninum í Leirvík nú mikudagin 17. juni kl. 14. Les meira um tiltakið her. (https://blueresource.fo/opi-hs)

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum fimm føroyskar fyritøkur settu á stovn fyrr í ár. Høvuðsendamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum.

Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og aðrar áhugapartar.

-  Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at hava eitt gott samstarv við vinnufyritøkur og aðrar áhugapartar her heima í Føroyum fyri at tryggja, at granskingin hjá okkum kann vera við til at skapa størri virðir fyri føroyska samfelagið. Starvsfólkini í Sjókovanum hava eitt sterkt netverk til granskingarstovnar úti í heimi og hava drúgvar royndir at arbeiða við verkætlanum innan umsiting av fiski- og alivinnu. Harumframt vita vit, at nógvar føroyskar fiski- , alifyritøkur og teirra undirveitarar, eru sera frammaliga innan teirra øki. Sjókovin er tí í einari sterkari støðu til at bera viðkomandi vitan úr altjóða granskingarumhvørvinum til Føroya, og samstundis - ígjøgnum góða samstarvið við føroyskt vinnulív - bera vitan úr Føroyum út í heim, sigur Unn Laksá, ið stendur á odda fyri Sjókovanum.

Umframt at luttaka í fleiri størri, altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi, granskar Sjókovin í løtuni eisini ávirkanina av Covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og endaliga frágreiðingin verður løgd fram fyrst í oktober.

- Vit vóna, at vit ígjøgnum okkara granskingarvirksemi og samskifti av úrslitunum, kunnu gera okkara íkast til at menna vitanina um sjófeingisvinnur og soleiðis eisini ríka kjakið í almenna rúminum, sigur Unn Laksá.

Tiltakið er alment, men orsaka av avmarkaðari atgongd krevst tilmelding. Til ber at lesa meira um tiltakið og skráseta seg her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo