Amerikanski Tjóðbankin, Federal Reserve ella bara Fed sum tey ofta stytta navnið, hevur í kvøld okkara tíð boðað frá, at hann ikki hækkar rentuna meira, ikki fyribils í hvussu so er.
Og tað hevur áhuga hjá nógvum og týdning fyri heimsbúskapin, tí tann amerikanski er heimsins størsti búskapur.
Federal Reserve hevur hækkað rentuna 11 ferðir síðani inflatiónin fór at taka dik á seg í fjør.
Fleiri viðmerkjarar halda, at sjálvt um onkur rentuhækking kann koma afturat, so man støðið nú vera funnið.
Tá tjóðbankarnir hækka renturnar er tað fyri at køla búskapin, men tað er neyðugt at hava tunguna mitt í munninum, tí tað er heldur ikki gott, um hann verður ov nógv niðurkøldur.
Nær renturnar fara at lækka aftur er trupult at siga, men flestu búskaparfrøðingar halda, at tað verður so ikki í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo