Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hava foreldur mist sínar uppalingarførleikar eftir bara einum ættarliði?

Hava mammur og pápar og ommur og abbar mist evnini at ala upp komandi ættarlið?

Er tað so vindandi galið, at vanlig hampafólk bara eftir einum ættarliði, ikki eru kvalifiserað at taka sær av egnum børnum?

Nýggja idiotiska mantraið eitur “fakligheit”. Tá útvarpsfólkið hevur spurt 17 ferðir, “Hvat meinar tú við?” og eingin skilir eitt einasta svar, so er standard niðurstøðan, at “tað manglar fakligheit á gólvinum”.

Hetta hóast at øll foreldur við børnum vita, at pedagogar helst ikki arbeiða á gólvinum. Tað hava tey fólk til.

Hjálparfólk.

Pedagogarnir hava fund, sita til fyrireiking, eru til fyrilestur, eru á skeið ella eru sjúkrameldaðir.

Arbeiðsgevarin hevur onki at siga. Arbeiðsgevarin – í hesum føri kommunan – fær hinvegin skuldina fyri, at ikki fleiri pedagogar verða útbúnir. Býttiskapurin kennir ongi mørk.

Heðin Mortensen hevur alla skuldina.

Ímeðan eru nógv pedagogstørv vorðin so lukrativ, serliga innan serøkið, at tað tynnist álvarsliga á dagstovnagólvunum.

Og har kann fakligheitin sambært teimum sjálvum bara økjast við at útbúgva fleiri pedagogar, geva teimum nógv meira løn og nógv meira fyrireikingartíð.

Og meðan pedagogarnir fyrireika seg og eru á skeið, gera hjálparfólkini arbeiðið hjá pedagogunum fyri landsins lægstu løn.

Í gjár varð ein loysn løgd fram á løgtingi, hetta at kommunan kann geva eina veiting, um børnini ikki eru á dagstovni ella í dagrøkt. Tað er hetta, at pengarnir fylgja barninum.

Hetta er ein liður í tí at geva foreldrum størri frælsi at skipa sín gerandisdag og hvussu ansingin av teirra børnum skal skipast.

Eitt frálíkt hugskot, sum kann taka trýstið av skipanini og geva kommununum munandi betri møguleikar at skipa sína barnaansing.

Og so kostar hetta ikki eina klovna krónu eyka fyri kommunurnar ella landskassan. Hetta er í veruleikanum bara ein longd barsilstíð.

Men nú fáa vit at síggja, um ikki eitt ramaskríggj fer at koma um hetta eisini.

Tí hetta gevur minni tørv á pedagogum.

So tað næsta vit hoyra er helst, at foreldrunum vantar fakligheit og ikki eru skikkað at ansa egnum børnum.

Ella, sum vit hoyrdu í KvF í gjárkvøldið, at tað verður forferdiligt, um páparnir nú skulu av skipunum og í land at passa børn.

Harragud.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo