Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi.

Ikki færri enn 397 telvarar vóru við í Xtracon Chess Open í ár. Kappingin, ið fyrr nevndist Copenhagen Open/Politiken Cup, hevur seinnu árini verið í Konventum-deplinum í Helsingør. Ørgrynna av stórmeistarum og altjóða meistarum úr norðurlondum og øðrum londum við hava luttikið. Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag var styrkismettur nummar 96 av teimum á leið 400 telvarunum, men endaði nummar 41. Styrkital hansara er nú eftir kappingina farið úr 2226 upp í 2248.

Hinir tólv føroysku telvararnir, sum vóru við í kappingini, vóru Rógvi Mortensen, Heiðrikur Jacobsen, Sigurð Justinussen, Leif Reinert Fjallheim, Margar Berg, Jón Andreasen, Eli Finnsson, Elmar R. Fjallheim og Benjamin R. Fjallheim, allir úr Havnar Telvingarfelag, Janus Skaale og Flóvin Matras Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag og Sigurð Joensen úr Tofta Talvfelag.

Besta úrslitið av teimum fekk hin ungi Leif Reinert Fjallheim. Við sínum fimm stigum endaði hann nummar 170. Hann var styrkismettur nummar 243.

Hesir tíggju endaðu fremstir í kappingini:

1. GM Jon Ludvig Hammer (2631), Noreg, 8½
2. GM Dmitry Andreikin (2702), Russland, 8½
3. GM Rasmus Svane (2580), Týskland, 8
4. GM Nils Grandelius (2668), Svøríki, 8
5. GM Marin Bosiocic (2589), Kroatia, 8
6. GM Allan Stig Rasmussen (2536), Danmark, 8
7. GM Sune Berg Hansen (2584), Danmark, 8
8. GM Baadur Jobava (2644), Georgia, 8
9. GM Simen Agdestein (2581), Noreg, 7½
10. IM Vincent Keymer (2466), Týskland, 7½

OL næst
Næst á skránni hjá føroyskum telvarum er talvolympiadan. Hon verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár.

Føroyska liðið verður soleiðis mannað:

GM Helgi Dam Ziska 2552
IM John Rødgaard 2319
Olaf Berg 2248
Martin Poulsen 2239
Carl Eli Samuelsen 2237

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo