Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Lindin: Lindin gevur øllum føroyingum ókeypis atgongd til ljóðbókina “Lívssøgan hjá D. L. Moody” í samstarvi við Forlagið Leirkerið.

Seinastu árini eru tað mong, ið njóta at lurta eftir ljóðbókum í frítíðini – og serliga tá tey hava summarferiu.  

Í savninum hjá Lindini hava vit funnið ein upplestur av bókini “Lívssøguni hjá D. L. Moody”, sum vit vilja geva øllum føroyingum sum poddvarprøð.  

Tað er sonur Dwight Lyman Moody, William Revell Moody sum hevur skrivað bókina. Svenning av Lofti týddi bókina til upplestur í Lindini í 2018. Heri Jacobsen lesur bókina.

Um Moody kann sigast, at hann sum unglingi festi trúgv Jesus Kristus sum frelsara sín, og gav evni og lív sítt at tæna honum og bera øðrum boðskapin um hann.

Í fyrstani virkaði Moody mest millum børn, sum hann hevði serstøk evni at náa við boðskapi sínum. Hann bíðaði ikki eftir, at børnini komu í sunnudagsskúla ella á barnamøti, men gjørdi sær ómak at fara eftir teimum, ið vildu koma.

Ikki mong ár eftir umvending sína tók Moody enn eitt sera týdningarmikið stig á lívsleið síni: Hann segði upp starv sítt sum handilsmaður fyri at halga Gudi alla sína tíð at boða menniskjum boðskapin um frelsu við trúgv á Jesus Kristus. Miðskeiðis í lívsverki sínum segði Moody: „Verk mítt kennist stórbærari nú enn nakrantíð áður… á, hvør ein frøi at vera við í hesum innheystingarverki fyri Harran.“

Tað er møguligt at lurta eftir ljóðbókini á www.lindin.fo. og taka niður ljóðbókina sum poddvarp á t.d. Apple Podcasts, Google Podcasts, Spotify og Stitcher.

Í 2020 var týðingin klár til bókaútgávu og Leirkerið gav bókina út. Um onkur heldur vil lesa bókina, kann hon bíleggjast her: https://leirkerid.fo/products/151/d-l-moody

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo