Danin Mads Rein Jensen var umborð á flogfarinum úr Doha til Keypmannahavnar tá tað datt fleiri 100 metrar stutt eftir fráferð. Hendingin fór fram 10. januar.
Mads Rein Jensen sigur við Ekstrablaðið, at tað valdaði ein løgin stemningur umborð á flogfarinum allan túrin, sum vardi seks tímar, tí tey fingu ongantíð nakra frágreiðing frá manningini um, hvat var hent og hví.
- Fólk skríggjaðu og onkur græt eisin,i tá flogfarið knappliga datt fleiri 100 metrar beint niður stutt eftir fráferð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo