Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju. Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni, men tó frægari seinni í vikuni. So vit vænta ikki nógvan útróður.

Tríggir ísfiskatrolarar fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Vit væntað at tveir landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og ein er við Eysturgrønland.

Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út seinni í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo