Innsent: Í dag útgeva Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir eitt nýtt staklag út. Lagið eitur ”Setandi sól” og er eitt dansivinarligt summarlag. Heiðrik og Guðrið eru bæði eru kend nøvn á føroyska pallinum og hava arbeitt saman í ymiskum samanhangum seinastu 20 árini, og nú var tíðin komin at geva eitt nýtt lag út saman.
Lagið “Setandi sól” snýr seg um eitt par, ið hevur avgjørt at leggja allar teirra fortíðartrupulleikar og sorgir aftanfyri seg og velja at byrja av nýggjum, tá sólin rísur.
Heiðrik og Guðrið hava skrivað orð og lag og upptøkur og framleiðsla er gjørd í Hoydølum av Heðin Ziska Davidsen og Per. I Højgaard Petersen. Umframt staklag, kemur eisini nýtt myndband út, sum Heiðrik hevur leikstjórað og framleitt og Gweneal Helmsdal Carré hevur filmað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo