Innsent: Orð og lag: Herborg Torkilsdóttir
Upptikið vokal: Terji Rasmussen
Framleitt: Daniel Kehlenbeck og Herborg Torkilsdóttir
Lagið snýr seg um eina kvinnu, sum heldur, at fyrrverandi makin er farin í so skjótt víðari við lívinum, aftaná at tey eru farin frá hvør øðrum.
Eitt lætt og melodiskt fólka/rokk lag kryddað við eitt sindur av country.
Thilda Hansdóttir í Líðini hevur snikkað saman ein linedans til lagið, og í videolagnum sær man linedansarar úr Dansifrøi. Eisini sær man eina Herborg, sum ikki dugir linedans, men ongin umbering er meira, tí øll kunnu nú læra at dansa, bara við at fylgja videolagnum!
Komið so upp á gólv!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo