Eysturkommuna: Í morgun byrjaði so arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á Sarpugerði.
Tað er Ide Møblar, sum er veitari av vøllinum. Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vallir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan.
Arbeiðið at leggja vøllin á, tykist ganga væl og væntast verður at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo