FarCargo sum Bakkafrost eigur meirilutan av hevur nú keypt farmaflogfarið, sum ætlanin er at brúka at flúgva laks og annan farm ímillum Føroyar og USA.
Tað skrivar in.fo.
Talan er um eitt vælútgjørt Boeing 757-200 sum FarCargo fær um mánaðarskiftið juni-juli.
Sagt verður, at tá farmaflúgvingin byrjar fer tað einans at taka 8 tímar frá tí at fiskurin verður tikin í Føroyum til hann er klárur at eta í USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo