Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32% og tann 1. oktober 2025 á 3,87%. Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo