Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Innsent: Fríggjadagin 13.12 gav Heine Lützen ein jólasang út. “Á kom, á kom Immanuel” er upprunaliga latínskur, frá ár 8-900, men er vælkendur í bretska heiminum sum adventssálmurin “O come, o come Emmanuel."

Hendan føroyska útgávan er innspæld í studio hjá Hans Poulsen í Runavík. Hans hevur lagt til rættis, og spælir øll ljóðføri. Heine syngur fyri, og í kórinum er Malan Lützen, Laila Carlsen, Linda Mikkelsen og Jónsvein Heinesen.

Teksturin lýsir Frelsaran við ymiskum heitum: Immanuel, av Ísais rót, Morgunstjørnan, Friðarhøvdingi, og hvussu Hann soleiðis kemur til fólk Sítt.

Sangurin er at finna á vanligu stroymingartænastunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo