Ein nýggjur og framkomin 3D skannari er komin til floghavnina í Keypmannahavn. Hann fer at gera tað lættari at koma ígjøgnum trygdareftirlitið, eitt nú fer at bera til at hava flótandi løg við og tað verður ikki neyðugt at taka elektroniskar lutir úr handviðførinum.
Ætlanin er at royna nýggju tøknina í eina tíð og frá 2026 skal hon brúkast á øllum eftirlitsstøðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo