Sjálvt um vit langt frá eru komin á mál viðvíkjandi klimakreppuni, so sær út til, at alt ber rætta vegin - eisini um summi halda at tað gongst nakað seint.
Í gjár byrjaði klimatoppfundurin hjá ST, COP28, og fundirnir hava á hvørjum ári fingið miklan kritikk.
Men globala CO₂-útlátið hevði verið nógv verri, um ikki heimsins leiðarar høvdu árligu COP-fundirnar.
Tað skrivar bretski klima-miðilin Carbon Brief.
Samtíðis sær út til at strikumyndin yvir CO₂-útleiðingina toppar. Tað sæst í eini nýggjari rapport frá International Energy Agency (IEA).
Í tíðindaskrivi í sambandi við rapportina skrivar IEA, at roknað verður við, at útleiðingin toppar longu í ár, men annars seinast í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo