Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Granskarar siga nú, at um tú ferðast nógv hevur tað gagnliga ávirkan á heilsuna og tú eldist seinni enn annars.

- Kroppurin upplivir meira ró, tú fært betri javnvág í hormonini og immunverjan fer at virka betur, eru nakrir av fyrimununum, sigur Fangli Hu, granskari við Edith Cowan University í Australia í grein í Journal of Travel Research sum Jyllandsposturin endurgevur úr.

Serliga ferðir, har tú ert fysiskt aktiv/ur og ert nógv saman við øðrum hava hesa gagnligu ávirkanina, sigur nýggja granskingin.

Professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, Rikke Lund, ivast tó í, um tað er ferðin sjálv sum ger, at tú eldist spakuligari. Og hon heldur, at somu ávirkan kanst tú ivaleyst fáa, um tú ferðast innanlands, ert nógv saman við øðrum og rørir teg nógv. 

Hon vísir eisini á, at tað longu frammanundan eru tey betri stillaðu, fíggjarliga og kropsliga, sum hava møguleikan at ferðast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo