Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetur Føroya fer ikki at stytta um námsfrøðiútbúgvingina ella á annan hátt avmarka hana. Námsfrøðiútbúgvingin verður verandi sama fýra-ára bachelorútbúgving, og vit vilja hava so nógvar umsøkjarar til hana sum yvirhøvur gjørligt.

Tað, sum vit gera, er at arbeiða við einum nýggjum útbúgvingartilboði, sum skal koma aftrat, og sum eisini skal kunna vera lopfjøl til fulla bachelorin fyri tey, sum vilja lesa víðari. Tað er haðani, at misskiljingin frá tíðindunum í Kringvarpinum kemur um “eina stytta” útbúgving. Eg endurtaki: Vit stytta ikki bachelorútbúgvingina, men fara at bjóða eina nýggja styttri diplomútbúgving út, sum gevur atgongd til víðarilestur til tann fulla bachelorin í námsfrøði. Diplomútbúgvingin skal kunna takast sum parttíðarlestur, soleiðis at hon hóskar væl til teirra, sum skulu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, meðan tey lesa.  

Nakað tað sama gjørdu vit fyri nøkrum árum síðani á KT-økinum, har parttíðar diplomútbúgvingin í webmenning gevur atgongd til fulla KT- bachelorin, sum so kann takast upp á eitt ár fulla tíð.

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er í hesum árum nógv størri enn útboði, og tí hava vit á Fróðskaparsetrinum skyldu til at gera meira liðiligar útbúgvingarleiðir, samstundis sum vit sjálvandi altíð tryggja fakliga grundarlagið og møguleikarnar fyri víðarilestri. Tí hava vit eisini sett í okkara dagførdu strategi 2030, at Fróðskaparsetrið fer at hava fleiri smidligar leiðir til lesandi og stovna ein vitanardepil í námsfrøði og skúlagransking. So okkara stevna er at menna grundarlagið undir námsfrøðini.

Uppskot um nýggja parttíðar diplomútbúgving í námsfrøði verður seinni í heyst/vetur løgd fyri áhugapartarnar at viðgera. Upptøkukrøvini vera tey somu sum til bachelorútbúgvingina.

Við hesum fáa starvsfólk á dagstovnaøkinum og onnur, sum vilja fara undir útbúgving, eitt nýtt føroyskt útbúgvingartilboð. Og m.a. kommunurnar fáa eisini møguleika at bjóða sínum starvsfólki førleikamenning við eini føroyskari diplomútbúgving í námsfrøði, uttan at tey harvið noyðast at gevast á arbeiðsplássinum. 

Vónandi eru misskiljingarnar við hesum beindar av vegnum.

Martin Tvede Zachariasen, rektari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo