Tað er eingin ivi um, at tað stendur á gomlum nøglum.
Løgtingsforkvinnan er komin uppí leikin, í kærumálinum um Dennis Holm.
Hon hevur kallað formannin í Landsstýrismálanevndini og stjóran í Løgtinginum á fund, at viðgera støðuna í Landsstýrismálanevndini.
Avgerðina fingu vit at vita frá formanninum í Landsstýrismálanevndini, Hans Jacob Thomsen, í útvarpinum í dag.
Hann og stjórin í Løgtinginum høvdu tikið avgerð um, at Landsstýrismálanevndin skuldi hava bráfeingis skrivara, Kristinu Samuelsen, advokat.
Umsitingin í Løgtinginum kann eftir øllum at døma ikki brúkast.
Málið um Ingilín D. Strøm verður brúkt sum grundgeving, men tey bæði kærumálini kunnu als ikki samanberast.
Næstformaðurin í Landsstýrismálanevndini, Bárður á Steig Nielsen, sum hevur drúgvar royndir í politikki, sum floksformaður, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður, var milt sagt ikki serliga fegin um støðuna.
Hann metti støðuna verða eina totala niðurbræðing av Landsstýrismálanevndini, sum við tiknu avgerðini varð undirgravað innanífrá.
Sera álvarsamt orðaval frá einum royndum politikara.
Tað ljóðar sum um Landsstýrismálanevndin er tikin av ræði.
Vit kunnu bert gita, hví so er.
Tað má ikki vera nakar slingur í valsinum.
Kristina Samuelsen, advokatur, hevur royndir sum skrivari í Landsstýrismálanevndini og sum kanningarstjóri.
Tey flestu minnast málið um Høgna Hoydal, har Kristina Samuelsen, í einum vavstri av einari frágreiðing, kom til ta niðurstøðu, at Høgni Hoydal einki skeivt hevði gjørt, tí hann m.a. ikki hevði kunnleika um siðvenjurnar í Fiskimálaráðnum og ikki hevði skilt at ivamálini (sum málið snúði seg um) ikki vóru greidd.
Tað er so eingin ivi um, at siðvenjurnar í Løgtinginum eru broyttar.
Nú verður bíðað eftir at bráfeingis skrivarin kemur við tí rætta tilmælinum til nevndina.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo