BirkBloggur: - Týdningarmiklasta beint nú er at koma um málstrikuna, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið stendur fyri Matkalendaranum.
Eg avmyndaði hana í Vágsbotni í summar, tá matmarknaður var beint fyri ólavsøku.
- Í skrivandi stund eru vit á 57%, og vit hava til 13. november at savna og røkka teim 100%. Á hópfíggingarsíðuni hava vit skrivað eitt sindur um endamálið við Matkalendaranum og um málbólkarnir, og leggjast kann afturat, at kalendarin byggir á samrøður við heimildarfólk, sum dagliga takast við staðbundna matframleiðslu, so sum útróðrarmenn, kavarar, bøndur, bjargamenn og taraframleiðarir, sigur Sunniva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo