Dragon 12 drekin, sum svenska Minesto fyritøkan hevur ment og skal brúka í Føroyum til at framleiða ravmagn úr sjóvarfallinum, er nú ávegis til Vestmanna, har Minesto í samstarvi við SEV í fleiri ár hevur arbeitt við málinum.
Miðilin Onshore testing skrivar, at hóast smærru Dragon 4 drekarnir nú í eina tíð hava framleitt streym inn á netið hjá SEV, so er nakað av fyrireikingararbeiði eftir at gera, áðrenn klárt er at binda stóra drekan í netið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo