Júst sum líkt er til, at MobilPay fer at kunna brúkast í Føroyum kemur nú gjald á væl umtóktu gjaldstænastuna.
Hetta er fyrstu ferð, at tað fer at kosta hjá vanligum fólki at brúka tænastuna, skrivar finans.dk.
Gjaldið verður álagt frá 24. mars at rokna, og er bert fyri gjaldingar yvir 4.000 krónur. Gjaldið er 1% av upphæddini sum verður flutt.
Harvið fer at bera til at gjalda 4.000 kr per móttakara innan 24 tímar uttan at gjalda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo