Vága kommuna: Í Miðstaðarøkinum við Kirkjar, er garður lagaður fram við ítróttarøkinum.
Garðurin er lagaður dupultur, av einum av hegnigastu handverkarunum.
Sum sæst á myndini er plantað ímillum garðarnar. Hetta er gjørt av starvsfólki hjá kommununi í samráð við Skógrøkt Landsins.
Flísar eru lagdar ímóti garðinum og inn ímóti gongubreytini, hetta arbeiði hevur gingið skjótt og væl, tað er um at verða liðugt, miðað verður ímóti at fáa hetta liðugt til Vestanstevnuna, sum verður hildin í Miðvági tann 15. og 16. juli.
Í økinum niðast við viðarlundina er arbeiði í gerð, við at laga eina trappu oman í ósan. Hetta arbeiði gongur eisini væl, vangarnir báðu megin trappuna eru lagaðir og heldur arbeiði fram, eisini eftir Vestanstevnuna.
Sí myndir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo