Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

trýst á myndina - so verður hon klárari

trýst á myndina - so verður hon klárari

Havi hildið, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur gott politiskt tev - hevur sans fyri, hvat veljarin vil og ikki vil.

Í næstum fer býráðið í Tórshavnar kommunu at taka støðu til eitt byggiloyvi í lendinum fram við Sandá. Samtykkir býráðið at játta byggiloyvi, fer býráðið beint ímóti fólkaynskinum. Og tað í einum valári. 

Hendir tað, seta mong spurnartekin við politiska tevið hjá borgarstjóra og javnaðarflokki í býráðnum. 

Kanningin hjá spyr.fo er sera greið: einans 20 prosent av íbúgvunum taka undir við staðsetingini í einum av teimum heilt fáu almennu fríøkjunum í høvuðssstaðnum. Afturímóti eru heili 60 prosent av íbúgvunum ímóti staðsetingini við størstu ánna í Suðurstreymoy. Bara tveyhundrað metrar frá yndisblettinum, Sandagerði.

Einans 20 prosent hava ikki eina meining um hetta grefliga inntrivið, sum nøkur fá tráa eftir at fremja, hóast aðrar staðsetingar eru møguligar.

Kenni nógv fólk. Í ymiskum høpi. Møti nærum ikki nøkrum, sum er fyri at staðseta eina kirkju við Sandá. Havi ikki møtt einum tí einasta javnaðarfólki - ikki einum - sum er fyri at gera eitt so ógvusligt inntriv í náttúruna. Ein útspreinging, sum verður fleiri hundrað metrar til víddar bara nakrar metrar frá Sandá. Hví siga summir kjarnuveljarar hjá javnaðarflokkinum, at verður eitt byggiloyvi givið, ivast tey í at atkvøða fyri lista C í november í ár?

Víst er eitt kommunuval eitt meiri persónligt enn politiskt val. Men hevur ein flokkur ikki teir trúgvu kjarnuveljararnar við - teir sum friðarliga heita á fólk um at minnast til flokkin – so missir flokkurin sjálvan hjartaslátturin. 

Fólk eru í dag sum heild tilvitað um náttúru, umhvørvi, náttúruvernd, margfeldi náttúrunar og ynskja býir við grønum økjum í býarumhvørvinum. Í londum rundanum, sum vit samanbera okkum við, eru tey raknað við kaldan dreym og royna at endurskapa grøn fríøkir, sum tey hava lagt undir asfalt og betong, og seta hugsjónarlig mál fyri, hvussu nógv grøn økir eiga at vera til almenningin. Gongur ein flokkur ímóti hesum ráki fyrst í einum valári, skal skal hann óivað avskriva nógvar ungar og náttúrutilvitandi veljarar.

At samtykkja eitt byggiloyvi letur flokkurin upp fyri álopum frá fleiri síðum og eisini innanfloks. Og hvussu kann ein flokkur verja seg móti hesum álopum, tá aðrar loysnir eru, hóast tær kosta?

Tølini í kanningin eru sjáldsama greið. Fólk taka so dyggiliga undir við teimum, sum stríðast fyri at varðveita náttúrna, eisini við áir okkara. Hav í huga, at yvir 2000 fólk skrivaðu undir áheitanina at varðveita fríøkið við Sandá. Nevndirnar í Sílaveiðifelagnum, Havnar Hugna og FNU mæla eisini til at lata lendið fáa frið.

Tað kostar at bakka. Tað veit borgarstjórin frá døminum við Tinghúsvegin fyri um 20 árum síðani. Tá hevði ein persónur fingið loyvi at byggja ein bygning í 5-6 hæddum nakrar metrar eystanfyri Tinghúsvøllin. 

Tá 4.300 skrivaðu undir eitt mótmælisskriv, broyttist ein meiriluti fyri byggiloyvinum til ein meiriluta ímóti. Tað kostaði Tórshavnar kommunu 5-6 milliónir kr., men fólk vóru fegin. Tað sama verður við Sandáarmáinum.

Góði Heðin, finn eina loysn saman við kirkjuráðnum, nú bara 20 prosent vilja hava eina 
staðseting við Sandá.

Hatta er mest umrødda náttúrmál í fleiri ár. Og hetta kann gerast eitt taparamál. Tað ivist eg ikki í, eftir at hava verið á politiska jaðaranum í skjótt hálva øld.

Við náttúrukvøðu
Jóhann Mortensen

trýst á myndina - so verður hon klárari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo