Tað er stórur munur á tí sum vit siga og tí sum vit gera. Tað kann enn einaferð staðfestast, eftir eina ferðavinnu ráðstevnu sum norski miðilin Dagens Næringsliv endurgevur frá.
Hóast helvtin av teimum spurdu í eini stórari kanning, gjørd í Norðurlondum, sigur seg vilja gjalda eyka fyri eina burðardygga vøru, so velja undir 2% av kundunum hjá Norwegian at gjalda nakrar fáar krónur afturat flogbilettini sum eru markaðar til umhvørvisátøk.
Fyri rutuna Oslo-Malaga ber til at gjalda 56 krónur í sjálvbodnum umhvørvisgjaldi og á London rutuni er gjaldið 34 krónur báðar vegir. Men í fjør brúktu bert 1,8% av teimum ferðandi møguleikan.
Tað fekk stjóran hjá Norwegian, Geir Karlsen, at siga, at kundarnir rætt og slætt lúgva.
- Tað er ikki samsvar ímillum tað sum fólk siga, og tað sum tey í veruleikanum gera, segði hann.
- Vit siga tað sum er politiskt korrekt. Men tá tað kemur til stykkis, viga atlitini til egnan pengapung tyngri enn atlitini til umhvørvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo