Tey bæði norsku flogfeløgini Norwegian Air Shuttle ASA og Widerøe AS fáa tættari samband, eftir at Norwegian í næstum fer at keypa Widerøe frá eigaranum, Widerøe Holding.
Widerøe flýgur til Føroya.
Prísurin veldst eitt sindur um úrslitið hjá Widerøe í 2023, men væntast at liggja áleið 1,13 milliardir norskar krónur.
Feløgini halda fram sum tvey sjálvstøðug feløg, verður upplýst í fráboðan til keypsskálan.
Handilin skal góðkennast av norska kappingarráðnum áðrenn hann er endaligur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo