Minst 19 útlendingar eru ímillum tey 151 sum lótu lív tá fjáltur kom á eina mannamúgvu í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul, og fólk vórðu kroyst og trampað í hel.
Ongin danskur ríkisborgari er ímillum tey deyðu.
Hinir útlendingarnir eru úr Iran, Usbekistan og Kina.
Í Suðurkorea hava tey lýst landasorg í eina viku eftir hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo