Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Tað var ein víðgongdur islamistur sum síðstu nátt skeyt tvey til deyðis og særdi onnur 21 í norska høvuðsstaðnum, Oslo.

Norsku myndugleikarnir siga, talan var um yvirgang, og teir hava hækka trygdarstigið hjá Noregi síðani hendingina.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, segði í eini talu til tjóðina eftir hendingina, at hann stendur saman við offrunum og teirra avvarandi. Hann segði, at álopið var eitt álop á alla tjóðina og allan tann norska felagsskapin.

Politiið hevur tikið ein 42 ára gamlan mann. Maðurin hevur leingi verið kendur av politinum, tí hann hevur áður verið harðligur og hótt.

Eitt ástøði er, at kanska var LGBT rørslan mál fyri yvirgangsatsóknini. Ein pride skrúðgonga skuldi eftir ætlan vera í Oslo í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo