Noreg hevur hækkað tilbúgvingina, so normenn nú skulu eiga mat og drekka inni til eina viku heldur enn tríggjar dagar, sum tað var áðrenn. Tað ger, at meira pláss skal setast av til at hava hesar goymslurnar, tí um talan er um eina familju við fýra fólkum, so skulu tey nú hava yvir 30 litrar av vatni á goymlu. Harumframt verður eisini mælt til at hava slíkt sum radio sum gongur við battaríum.
Orsøkin til øktu tilbúgvingina er veðurlagsbroytingar og broytta krígshóttanin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo