Norðoya Tjóðveldisfelag: Í gjárkvøldið var 2. og 3. uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Fundurin var hildin í Finastøðini í Klaksvík, og eini 50 fólk møttu upp.
Hýrurin var góður, og nógv tóku orðið.
Uppstillaði fyri Norðoya Tjóðveldisfelag eru Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen. Síðst nevndi er til skips í løtuni, og kemur við á mynd seinni.
Fundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo