Útsendi tíðindamaðurin hjá Nordjyske boðar frá fríggjamorgun, at Sjóvinnustýrið er farið umborð á skipið.
Stýrið upplýsir fyri Nordjyske, at skipið – sum ein bráðfeingisgerð – er vorðið afturhildið.
– Hetta er ein tragisk vanlukka, sum vit hyggja uppá við stórum álvara. Sjóvinnustýrið fremur nú eftirlit og tekniskar kanningar á skipinum.
- Við tí endamáli at staðfesta skaðastøddina, og um skipið enn er sjóført, skrivar Sjóvinnustýrið í einum telduposti.
Stýrið samstarvar við starvsfelagar sínar frá føroysku sjómyndugleikunum, sum eru flaggstatur hjá skipinum.
Les meira: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo