Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Í sambandi við at Nordcar hevur fingið nýggjar íleggjarar, skifta vit navn til Komfort bilar. Fleiri broytingar eru á veg, og í tí sambandi hava vit móttøku fríggjadagin 4. mars, sigur Palli Skorheim stjóri í Komfort bilum.

Eigaraskarðin telur nú m.a. brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen. Nýggju eigararnir tóku við í gjár 1. mars.

- Í sambandi við hetta ynskja vit at takka Gordon Rajani, Birgir Dam Jacobsen og Frits Dam Jacobsen fyri møguleikan, og gleða okkum at koma í gongd.

Komfort bilar selja bilamerkini BMW, Mini, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og Maxus. Verkstaðið er autoriserað til øll hesi merkini, umframt at verkstaðið er autoriserað at servicerað Honda, upplýsir Palli Skorheim.

Vit taka heitu luftina úr prísunum
- Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan, sigur Palli Skorheim.

- Tí fara vit undir nýggjan prísbygna og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni - bæði fyri keypara og seljara.

- Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís, slær Palli fast.

Nýggj heimasíða
Felagið hevur fingið heimasíðu www.komfortbilar.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo