Tað vóru eini syrgilig og óvæntað boð at fáa, at Kristin Ellefsen var farin. Gaman í, hann var 75 ár, men hann bar seg sum ein unglingi, slankur, boysin og bragdligur.
Sum yngri var hann eitt sindur prúður, men seinastu nógvu árini livdi Kristin sunt, ansaði eftir, hvat hann át og helt seg í góðum formi. Hann gekk túrar út í Nípu nærum hvønn dag - og skjótt gekk hann. Eg møtti honum ofta í haganum og fylgdist onkuntíð við honum. Tað var ferð á honum.
Tað var hugaligt at vera saman við Kristini. Hann var altíð í góðum hýri, hevði eitt glimt í eygunum og dámdi at skemta.
Fólk, sum eru barnvaksin við Kirkjar, hava eitt serligt vitborið og jaligt skemtingarlag, sum onnur í bygdini ikki makta. Hetta skemtingarlagið hevði Kristin eisini, og mangan var hann sera beinrakin við sínum viðmerkingum.
Kristin var ein privatur maður. Hann helt seg eitt sindur fyri seg sjálvan, las nógv, men hevði, hóast tað, stóran áhuga fyri tí, sum fyrifórst í samfelagnum. Sum eg skilti á honum, tosaði hann mest við Eirik, Høgna á Tormansbakka og Rasmus hjá Peturi.
Eg havi eina kenslu av, at Kristin, ta tíðina eg kendi hann, var ein eydnusamur maður, hevði tað gott og hvíldi í sær sjálvum líka til tað seinasta. Hann var góður við familju sína og glaður fyri tær løtur, hann var saman við teimum. Serliga var hann fegin um abbabørnini, hann hevði fingið.
Honum dámdi eisini væl at ferðast og var uttanlands á nærum hvørjum ári. Eisini í heyst var hann burtur í nakrar vikur.
Fáar daga, áðrenn hann doyði, koyrdi eg við honum inn á býráðsskrivstovuna. Hann hevði júst keypt bil og var sera fegin um hann. Fortaldi, at Rasmus hjá Peturi hevði sæð henda bilin, ein dagin hann var í Havn, og hevði sagt honum frá. Hann helt seg hava gjørt eitt gott keyp.
Hóast farin um pensiónsaldur, var Kristin aktivur á arbeiðsmarknaðinum og gjørdi nógv arbeiðir, serliga fyri kommununa. Ja, hann var upptikin nærum hvønn dag av onkrum arbeiði, sum hevði við kommununa at gera.
Lagnunnar speisemi er tað, at hann, nú hann andaðist, arbeiddi við at gera útbjóðingartilfar klárt til at víðka um kirkjugarðin í Miðvági.
Tað fyrsta, eg minnist til Kristin, var, tá eg sum smádrongur hugdi eftir teimum vaksnu, tá teir spældu fótbólt. Tá legði er merki til hansara. Eg helt hann vera tann besta spælaran á vøllinum. Tá um dagar var ikki so nógv spælt saman, sum nú, heldur var satsað uppá einmans avrik, tú skuldi duga at “reka”. Eg minnist, hvussu fermur Kristin var við bóltinum, hartil mundi hann vera sterkur, hann hevði ofta lætt við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá mótpartinum, og málini fekk hann nógv.
Minnist hann eisini sum ein lívligan og glaðan ungling við motorsúkklu, tá hann kom niðan á Rygg at vitja Heina hjá Gudmundi.
Vit báðir Kristin komu at arbeiða saman, tá eg í 1984 var settur í starv á skrivstovuni hjá Miðvágs kommunu. Tá arbeiddi Kristin sum tekniskur leiðari, hálva tíð hjá Miðvágs kommunu og hálva tíð hjá Sørvágs kommunu og hevði gjørt tað í nøkur ár.
Í samskifti mínum gjøgnum árini við Hans Arna, Hans hjá Skúla Jóan Paula, Martin í Vatnsoyrum og fleiri, havi eg skilt, at Kristin var settur í starv hjá kommununi, tí virksemið øktist munandi. Kommunan gjørdi fleiri arbeiðir sjálv, fleiri arbeiðsmenn vóru settir og maskinamboð vóru keypt. Kommunala arbeiðsfólki gjørdi tá útstykkingar og legði kloakkir umframt alt annað viðlíkahaldsarbeiði.
Í hesum árum var Miðvágs Skúli gjørdur og eisini Heilsumiðstøðin. Her var Kristin partur av eftirlitinum.
Um somu tí var eisini var bátahylurin gjørdur. Hann hevði flotbrúgvar, sum mundi vera eitt nýbrot í Føroyum tá. Seinni fór Kristin eisini at selja flotbrúgvar og eykalutir til hesar.
Vit báðir Kristin arbeiddu saman í nøkur ár, áðrenn hann byrjaði fyri seg sjálvan. Hann helt tó fram við at átaka sær arbeiðir fyri kommununa.
Kristin hevur, alt tað eg minnist, víst stórt samfelagssinni - borgarligur um ein háls. Hann hevur sett pening í nógvar vinnufyritøkur, eins og hann hevur projekterað ókeypis, fyri at fáa gongd á ymiskt virksemið. Hetta var serliga í áttatiárunum, tá hann var í góðum árum og kreftirnar vóru nógvar. Hann var við í nógvum skipakeypum og øðrum eisini.
Ein av fyritøkunum, Kristin setti pening í, var Global. Tað var honum dýrt. Tá Global fór á húsagang, misti Kristin alt, hann átti. Samstundis, sum hetta hendi, minkaði arbeiðið á ráðgevingarfyritøku hansara alsamt, tí Føroyar blivu raktar av djúpari fíggjarkreppu.
Kristin noyddist tá, sum so mangir aðrir føroyingar í nítiárunum, at flyta av landinum at finna sær arbeiði.
Hann arbeiddi í fleiri ár sum verkfrøðingur í Vjetnam og Russlandi. Eisini arbeiddi hann sum kommunuverkfrøðingur í Grønlandi í nøkur ár.
Kristini longdist tó altíð heimaftur á klettarnar. Hann byrjaði tí aftur við ráðgevingarfyritøku síni í Miðvági, meini tað var í 2006 og hevur havt hana síðani.
Hesi árini, síðan eg byrjaði at arbeiða hjá kommununi, havi eg havt sera nógv samskifti við Kristin. Nógvar eru tær uppgávur, hann hevur loyst fyri kommununa og altíð hevur hann verið góður at heita á. Onki vas, róligur og skilagóður og hartil ærukærur. Nógvan ágang hevur hann fingið, tí at arbeiða fyri eina kommunu, er ikki altíð so takksamt. Ágangin tók hann við tolsemi. Hann segði ofta, at tey meina einki ilt við tað, tað man fara at laga seg, tað er ikki persónligt.
Eg hoyrdi ongantíð Kristin tosað ilt um nakran persón. Hann kundi skemta, men var altíð við tí góða orðinum.
Hann fer at vera nógv saknaður av okkum á býráðsskrivstovuni. Hesar fáu dagarnar, síðan hann slóknaði, havi eg longu fangað meg í, fleiri ferðir at hugsa, at hatta má eg líka tosa við Kristin um – tað ber bara ikki til longur - nummar 227706 svarar ikki.
Nú, hann ikki er longur, merki eg veruliga, hvussu týdningarmikil hann var, bæði fyri meg persónliga og fyri kommununa.
Eg havi mist ein góðan vin og samstarvsfelaga og tað er svárt.
Gangi dagliga fram við húsum hansara. Tað er ein ótrúliga tóm kensla at síggja tey myrk og at eingin bilur stendur í túninum.
Sakna vit hann nógv á býráðsskrivstovuni, veit eg, at saknurin er so mikið størri hjá familjuni. Tit kenna tómleikan nógvar ferðir størri enn vit og høvdu heldur ikki roknað við, at hann skuldi fara so brádliga. Eg biði um, at Harrin styrkir tykkum í hesi sváru tíð.
Friður verið við minninum um Kristin
Georg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo