Ikki færri enn 26 komur og fráferðir eru um flogvøllin í Vágum í dag.
Fyrsta flogfarið kom longu klokkan 2 í morgun úr Keypmannahavn. Annars eru flogfør úr Billund, Keflavík, París, Bergen, Edinburgh og Aalborg sum koma í dag. Av teimum 13 komunum eru heilar 7 úr Keypmannahavn. Umframt Atlantsflog seta bæði SAS og Widerøe seg í Vágum í dag.
- Tað er ikki óvanligt um høgtíðirnar, at so nógv ferðsla er um flogvøllin, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri. Tá tað er sum mest um summarið kann talið á komum og fráferðum liggja um 35.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo