Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Beint eftir Ólavsøku fingu vit boðini um, at Ian var farin um sýn. Hann var føddur á Ryggi tann 05/03-1932 og gjørdist sostatt 92 ára gamal. Ian var bóndasonur og kom hetta at forma lívsleið hansara. Honum dámdi væl at fáast við alt, sum hevði við landbúna at gera, eins og honum dámdi at skjóta harur, rógva út og fiska síl.

Serliga var tað seyðurin, sum hevði hansara stóra áhuga. Hann byrjaði at røkta í hagapartinum Norðaraleiti sum bert 14 ára gamal, saman við Mariusi, hetta tí Hassi fór til Noregs á landbúnaðarskúla og pápi teirra var vorðin sjúkur. Har røktaði hann í samfull 72 ár. Tað munnu ikki vera mangir, sum hava gjørt honum hetta eftir. Ian røktaði eisini í næstan 50 ár í hagapartinum Heimanhús.

Hann gavst at røkta har, tá hann var 85 ára gamal. Tey árini røktaði hann sostatt eini 400 seyðir í tveimum hagapørtum. Ian kendi sera væl seyð. Stuttligt var at hoyra teir báðar Hassa tosa um hesar ymisku ærnar, tá teir tóku út. Teir kendu mun á einlittum óm, hóast tær í mínum eygum vóru líkar. Um tað vóru nuansur í litunum ella tað var kropsbygnaðurin, teir mintust, ella bæði, tað veit eg ikki.

Eitt dømi um, hvussu væl hann kendi seyð var, at eitt árið hevði ein eigari á Heimanhús sett eina gamla ær úr haganum við at sleppa á trøðna. Henda ær slapp út úr stikinum og út í ein annan haga. Hóast leitað var eftir henni, var hon ikki funnin. Eini tvey ár seinni fer Ian til útróðrar. Nú hann siglir fram við Tanganum, ber hann eyga við eina ær, sum hann ber kenslu á: “Hatta var bestemt ærin, hann hevði tikið av fyri tveimum árum síðan”. Jú rætt var sæð, eigarin fekk boð um ærina og fann hana, hetta var ærin, sum var blivin burtur. Hugsa sær at 2 røkta meira enn 400 ær og so kenna eina einstaka burturúr, sum var avtikin fleiri ár frammanundan.

Honum hevur frá smádreingi dámt at velta upp úr nýggjum. Minnist at vit, áðrenn útskiftingina av innangarðsjørðini, hoyggjaðu nøkur smá stykkir, sum Ian og Marius høvdu gjørt til. Tvey vóru við geilina norði í Heiðum á leið har, Janni og Martin hava bygt nú, tvey vóru fram við Sílánni, eitt hvørju meðan vegin út í Chester Camp.

Í útskiftingini fekk hann eitt ódyrkað stykki Niðri á Vatn uppá góðar 13.000 fermetrar. Hetta stóra stykkið gjørdi hann til við handamakt, so tað nú liggur sum ein stór grøn fløta. Eisini bygdi hann hoyggjhús á stykkinum.

Hvussu nógvar túsund tímar, hann hevur brúkt uppá hetta stórarbeiði aftaná vanliga arbeiðstíð og alt annað, hann gjørdi, veit eg ikki, men eg hugsi um sangin: “Í skýming á trøðni” hjá Jens Eli, har hann kvøður:

Kempur so seigar, løgdu inn teigar

Úr haga til grønkandi bø.

Harðvunnar hendur – garðurin stendur

Við klípum frá hæddum í støð.

Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu.

Treiskir teir bygdu á kroppinum land,

Meðan sólin sær søkir hav.

Ian var føddur sum bóndasonur í eini tíð, tá arbeiðsmegin var flutt úr landbúnaðinum í aðrar vinnur, sum góvu meira av sær. Hetta var áðrenn traktorar og sláimaskinur, so nógv arbeiði var gjørt við handamegi, tó vóru rossini stór hjálp til ávís arbeiði. Tað bar við sær, at skuldi ein garður rekast væl, var neyðugt, at familjan hjálpti væl til við arbeiðinum. Serliga hoyggingin kravdi nógva arbeiðsmegi.

Súrhoyggjabrunnar komu ikki fyrr enn seinni, teir størru brunnarnir á Rygsgarði vóru bygdir í sjeytiárunum. Sjálvt tá, skuldi hvørt strá handfarast minst tvær reisur. Fyrst skuldi fyllast í traktorin og síðan lempast í súrhoyggjabrunnin. Tøðini skuldu koyrast út á bøin og breiðast. Fjøllini skuldu gangast og seyðurin flettast uppá “tann gamla mátan”.

Eplini skuldu veltast og takast upp. Teir veltu einar 12 – 16 tunnur um árið. Inntil mitt í sekstiárunum skuldi torvið skerast, turkast og fáast til høldar. Til alt hetta arbeiði var Ian ein hollur stuðul hjá beiggja sínum Hassa. Hann mundi taka frí einar tveir mánaðir frá dagliga arbeiði sínum, meðan serliga hoyggj og slakt stóðu uppá. Ikki gav ein garður nógvan pening tey árini, men nógvan mat, so ikki var neyðugt at keypa til døgurða ella viðskera. Eri vísur í, at um teir ikki tókust við garðin, men arbeiddu annað lønandi arbeiði, hevði lønarinntøka teirra verið munandi hægri, men teir vóru góðir við garðin og dámdu at røkja hann.

Ian søkti bjørgini í nógv ár, bæði við og eftir bjargaseyði eins og á fuglaveiðu. Teir plagdu bæði at fleyga og draga lunda inntil stovnurin minkaði so nógv, at avgjørt var at gevast. Tað var um reppið, at bjørgini vóru honum at bana. Einaferð, teir vóru í Rygsskorð, stútaði ein veðrur ein stóran stein, sum stóð so leysur, at hann fór á bólt. Steinurin hevði kós beint móti Hilmari og Ian. Ian var knappur, fekk lena seg móti berginum og vart seg fyri steininum við hondunum, so hann broytti kós so frægt, at hann ikki tók teir báðar við sær í havið. Eitt satt bragd, søgdu hinir bjargamenninir, sum við vóru. Ian fekk stóran skaða í hendurnar, meðan Hilmar slapp við einari skeinum í høvdi, tó báðir vóru bjargaðir.  

Tá teir vóru í bjørgunum, plagdu vit smádreingir at bíða spentir mestsum allan dagin, inntil teir komu aftur við seyðunum. Minnist enn, hvussu skakkir vit vóru, tá Ian kom innbundin aftur áðrenn hinir bjargamenninir og var í skundi koyrdur til læknan og síðan á sjúkrahúsið. Hann kom tíbetur væl fyri seg aftaná skaðan og gjørdist fult arbeiðsførur aftur. Ian gekk við lív og sál uppí tað, sum hann gjørdi. Eitt sindur knappur var hann at tendra, serliga á fjalli og í grind, men tað fór beinanvegin úr honum aftur.

Tað kendist onkuntíð løgið, at hann skeldaði ein út á fjalli, men tá komið var í rætt, kom hann smílandi og vælnøgdur at práta, sum um einki var hent. Hann var ein sera erligur maður og tú fekst hansara meining at vita, um hann helt at tú hevði gjørt okkurt skeivt. Tá hann hevði sagt sína meining, var liðugt og ikki tosað meira um tað. Hann tosaði ongantíð aftanfyri ryggin á fólki. Hevði hann nakað at siga onkrum, gjørdi hann tað beinleiðis.

Um onnur tosaðu niðrandi um fólk, antin vardi hann tey við fáum orðum ella gekk hann burturfrá, tímdi ikki at lurta eftir tílíkum. Ian var ítróttarmaður um ein háls og luttók í fleiri ítróttargreinum. Á yngri árum róði hann kapp við Miðvinginum í nógv ár. Hann róði tey árini, tá Miðvingurin vann flestu róðrar, har hann luttók, í fleiri ár, hetta var frá 1957 og nakað út í 60-ini. Tey árini vóru færri róðrar enn nú, men róð var um føroyameistaraheiti í serligum róðri aftaná Ólavsøku. Miðvingurin luttók ikki altíð á teimum fyrstu stevnunum á árinum, tí fleiri á bátinum vóru hagamenn. Byrjað var tí ikki at venja, fyrr enn aftaná lembingina.

Tað var tí mest Vestanstevnu, Ólavsøku og føroyameistararóðurin, teir vunnu. Eg meini, at gamli Miðvingurin enn eigur meti fyri skjótastu tíð á 1500 metra teininum hjá áttamannaførðunum. Hetta metið var sett á Jóansøku á Tvøroyri. Hann spældi fótbólt við MB til hann nærkaðist teimum 40 árunum.

Vøllurin í Miðvági kom ikki fyrr enn í 1969. Áðrenn tað spældu og vandu teir á sandinum á fjøru. Sandurin í Miðvági var størri og turrari tá enn nú, síðan brimgarðarnir eru gjørdir. Minnist einaferð, teir spældu á nýggja vøllinum og Ian snávaði, hann hevur tá verið omanfyri tey 35 árini, hann rópti á Gudmund, sum ivaleyst var liðformaður, og segði, at hann fór út. Síðan gekk hann til hús, haltaði eitt sindur.

Seinni vístu kanningar á sjúkrahúsinum, at beinið var brotið, so hann hevði gingið á brotnum beini allanvegin heim. Har var einki róp og geyl og har kom eingin og rennandi við nakrari børu. Tá so børn hansara fóru at spæla fótbólt, var hann eins eldhugaður. Nógv okkara, sum eru komin eitt sindur til árs, minnast hann rennandi aftur og fram við vøllunum á niðaru síðu, eggjandi teimum ungu leikarunum.

Miðvágs Badmintonfelag var stovnað tann 10/10-1963, so Ian var 31 ára gamal, tá hann byrjaði at spæla badminton. Fyrstu ferð, spælt var um føroyameistaraheitið í badminton, var í 1966. Tá blivu Ian og Gudmund føroyameistarar í doubble ávikavist 34 og 31 ára gamlir. Í hesi ítróttini vann Ian nógv meistaraheitini, serliga í doubble saman við Gudmundi, har teir vunnu 16 ferðir í A-bólkinum, old-boys og fyri veteranar, umframt hesi, vann hann nøkur meistaraheiti í single eisini. Teir vóru til føroyameistarakappingar í samfull 25 ár á rað. Hann kom eisini á landsliðið og spældi 4 landsdystir, tann fyrsta móti Orknoyingum í 1971 sum 39 ára gamal og tann seinasta í 1973 sum 41 ára gamal.

Í einum blað, sum kallaðist Ítróttar Nýtt skriva Ò.W. Høgnesen og J. S. Joensen um badmintondyst millum MBF og KBF fyrst í 70-unum m.a.: “Dysturin millum Ólav og Ian var eisini spennandi og vardi eisini 3 sett, men Ian var tann stinnari og vann dystin. Tá hugsað verður um aldurin millum hesar báðar, so er hann ikki so lítil, umleið 20 ár, so ein kann ikki siga annað enn – Ian er ein brandur.” Ian hevði sera gott mál. Sum ungur plagdi hann at syngja inn á “stálband”, sum tað var kallað tá. Hann var limur í Vága Dansifelag og tey bæði Hildur plagdu at dansa, eisini uttanlanda. Fyrst eg minnist, koyrdi Ian lastbil.

Koyringin var mest í sambandi við húsabygging, sandur eyrur og grót. Eisini var onkur vegagerð eins og tøð og torv vóru koyrd. Tað var mangan, at vit smádreingir sluppu við í bilin, onkuntíð vóru vit nógvir í tali. Hetta var spennandi fyri okkum, tí her vóru so fáir bilar tá í tíðini. Vit kundu hjálpa eitt sindur til eisini. Tá hús vóru stoypt, var koyrt ríkiligt av gróti í formarnar, fyri at spara sement. Alt hetta grótið skuldi samlast við hond í náttúruni. Bilurin var settur, har grót var at finna, t.d. við eina á og so var grót borið til bilin og blakað í lastina, til hon var full. Ofta møðsamt arbeiði, tí ikki var grótið altíð so høgligt at fáa til vega, tað kundi taka tímar at fylla ein bil. Ian lærdi til bygningssnikkara á Gjónni, men fekk ikki læruprógv, tí felagið fór av knóranum í krepputíðini í fimtiárunum.

Seinni fór hann at smíða bátar, fyrst saman við øðrum, inntil hann bygdi sær egna bátasmiðju. Hann bygdi og umvældi bátar til hann var 85 ára gamal. Hann smíðaði meira enn 100 bátar. Ian hevði sjálvur bát og plagdi at avreiða til flakavirkið tá útróðrarlíkindi vóru. Kirkjan hevur altíð staði hansara hjarta nær. Hann var við til at byggja Miðvágs kirkju og var trúgvur kirkjugangari. Kroppsligu heilsuna hevði Ian góða inntil ellisár, sera treiskur var hann og legði nógv fyri. Ein dagin miðskeiðis í 90-inum vóru teir í klipping á Heimanhús. Ian var skurðviðgjørdur í knænum 14 dagar framanundan og gekk á høkjum.

Jógvan Páll, sum røktaði saman við pápanum, segði við hann, at honum nýttist ikki at koma norður á fjøll. Jú hann vildi sleppa norður á rættina. Meðan hann stóð og eygleiddi seinnu gongu úr Grunndalsoyrum, slapp nakað av seyði uppi á Stórubrekku og fór niðan á Tungufelli lítla. Ian gekk/rann á høkjum í einum úr Grunndalsoyrum niðan á Tungufelli lítla og fekk allan seyðin uppí aftur gonguna.

Ein onnur stuttlig søga um Ian er, at tá hann var umleið 85 ára gamal, tók hann einsamallur ein tværvetur-gamlan seyð aftan á brundtíð í bønum í Miðvági. Tað var herðsla/kavi tá hann tók seyðin, og hann gleið og breyt skinnabeini í tveimum støðum. Hóast hann hevði brotið beini, leiddi hann seyðin til ein pela, bant hann og gekk síðan heim. So fór hann til lækna og varð gipsaður frá fótinum uppá læri. Seinastu ferð, hann var á fjalli á Norðaraleiti, var tann 03. oktober 2019. Tá var hann 87 ára gamal.

Minnist Sonny og sonurin Silas vóru við á fjalli tann dagin og gingu við síðuna av Ian. Vøllurin var vátur og hálur, brádliga glíður Ian, men reisir seg aftur beinanvegin. Sonny verður skakkur og sigur við sonin: “Ian datt”. Ja, svarar Silas: “men hann var skjótur uppaftur”.  Hetta er eisini tann fatanin, eg havi havt av Ian: Tá hann hevur fingið okkurt nosið á lívsleiðini, hevur hann verið skjótur at fóta sær aftur. Ian fekk trupulleikar við hoyrnini á eldri árum.

Hetta var honum ein stórur bági. Hann plagdi onkuntíð at tosa um, hvussu nógv hann saknaði tað at hoyra. Hann hevði avbjóðingar við at vera við í tí sosiala lívinum, tí hann fekk so illa tosa við fólk. Eg hevði mest samband við Ian á mínum yngru árum. Fyrstu ferð eg var á fjalli, var við Ian. Hann fór gangandi niðan eftir Kálvalíðgøtuni, eg rópti á hann og spurdi, hvar hann fór. Á fjall á Eggini. Um eg kundi sleppa við? Jú, tað var gaman í. Síðan hava vit verið nakrar hundrað ferðir saman á fjalli. Tá í teir báðir Hassi flettu, vóru vit smádreingirnar hjástaddir nærum alla tíðina og lærdu, hvussu flettast skuldi og mangt annað um seyð og seyðahald. Har kom nógv fólk inn á gólvið, so nógv var at frætta, vit sótu undir hvørjum orði, sum tosað var.

Í hoyna var Hassi var nógv upptikin í fjósinum, at sláa ella koyra hoyggj, so tað var mangan Ian, sum stílaði fyri hoyggingini. Væl dugdi hann at fáast við okkum børn, gera løtuna áhugaverda og halda okkum til, dugdi at práta við okkum, fortelja ymiskt og altíð sluppu vit at hvíla, tá vit vóru liðug við ein teig. Tað, at vit vistu at vit sluppu at hvíla og hugna okkum, tá vit vóru liðug við hvønn teig, gjørdi, at vit kýttu okkum at blíva skjótt liðug. Vit gleddu okkum til at sleppa at tosa um okkurt áhugavert, tá teigurin var liðugur.

Vit vóru eisini nógv saman í grind, á haruveiðu og at fiska síl. Einaferð keypti eg ein bát frá honum. Eitt heysti hevði eg tikið bátin upp á land Úti á Støð. Tá kom ódnarveður av landsynningi suðuri, skaðaætt í Miðvági. Hóast báturin var bundin í tveir stórar steinar, ein í hvørjum stavni, tók ein hvirla hann uppeftir enda, so hann bresti niður og gjørdist vrak. Flestu menn ráddu mær til at beina bátin burtur: “Hatta verður ikki bátur aftur”, var sagt. Ian bað meg bíða. Hann fór so í holt við at kanna eftir, hvat kundi gerðast. Jú, hetta man fara at ganga. Hann gjørdi so bátin aftur og vildi ikki hava eina krónu fyri stríðið. Soleiðis var Ian, hjálpsamur sum fáur.

Tá Ian var raktur av sjúku fyri fáum árum síðan, gjørdist lívið trupult. Nú hevur hann fingið frið. Hann livdi og doyði í trúnni á frelsara sín. Ian verður nógv saknaður, serliga er tað ringt hjá tykkum Hildur, Jógvan Páll, Jóhannis, Inga og Elini við makum og abbabørnum hansara og hjá systrini Elsipu Jóhonnu, sum nú er einsamøll eftir av einum systkinaflokki uppá 8, men eisini vit onnur, sum stóðu Ian nær gjøgnum lívið, fara at sakna hann.

Friður verið við minninum um Ian.

Georg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo