Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og Í dag 28. juni  fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti hann at koma aftur til Føroya og búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. Seinnu árini var heilsan hjá Sverra farin at bila, og nú orkaði hann ikki meira. Hann búði nú hann andaðist á Boðanesheiminum. Eftir sita vit vinir við nógvum góðum minnum bæði sum hondbóltsvinur í Neistanum og seinni í heiminum við Tróndargøtu.

Sverri var sonur Knút Wang, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum, og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs apoteki. Áhugavert er eisini, at Erik Faber, pápi Anettu og abbi Sverra, arbeiddi sum lækni eitt skifti seinast í 1880-árunum á Gamla hospitali. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá undirritaði eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverra og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.

Serliga minnist eg, tá dreingir spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltsspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo