So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband: Bylgjan við Løkin í Runavík og Føroya Styrkisamband bjóða fríggja- og leygardagin til spennandi og forkunnuga kapping í olympiskari vektlyfting. Norðurlendska meistarastevnan verður tá fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum.

Føroyingarnir smæðast ikki burtur ímilum teir knapt áttati lyftararnar úr øllum norðurlondum. Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og Sofus Bech fara øll at gera sítt ítarsta og vóna, at nógvir áskoðarar koma at stuðla.

Olympisk vektlyfting er spenningur í hásæti
Kappingar í vektlyfting eru altíð spennandi, har ið tann sera konsentreraði lyftararin gongur fram ímóti vektstongini og upp á eitt splittsekund miðsavnar allan sín smidleika, skjótleika, snildir, megi og royndir fyri at fáa stongini í strektar armar yvir høvd. Og halda javnvágina.

Høgt støði til kappingina
Fleiri av norðurlendsku luttakarunum hava longu gjørt um seg á altjóða pallinum og hava vunnið heiðursmerki við bæði EM og HM. Vit kunnu tí fríggja- og leygardagin vænta eina kapping á høgum støði.

Stuðlið føroysku lyftarunum
Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð í NM í 2022. Nú verður tað á heimavølli, og stuðulin frá áskoðaraplássunum kann verða síðsta skumpið og eggjanin, ið skal til fyri at tryggja eitt føroyskt pláss á heiðursmerkjapallinum: Bronsu, silvur ella gull?

Hvat er olympisk vektlyfting?
Olympisk vektyfting er tvey ymisk lyft: Trekk (snatch) og Stoyt (clean and jerk). Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjum lyfti: Seks lyft íalt. Tann, ið lyftir mest samanlagt (tveykampur), er vinnari. Lyftini krevja neyvleika og tamarhald, og ofta eru millimetrar avgerandi.

Ókeypis atgongd fyri øll
Ókeypis atgongd er til kappingina. Takið familju, vinir og kenningar við í Bylgjuna, og verið ein partur av norðurlendska felagsskapinum, góða ítróttarandanum og ikki minst ein góður stuðul hjá okkara luttakarum.

Nær og hvar?
Nær: Fríggjadagin 18/10 kl 15:00 og leygardagin 19/10 kl 10:30
Hvar: Ítróttarhøllin Bylgjan við Løkin í Runavík
Atgongd: Ókeypis atgongd
Fyriskiparar: Føroya Styrkisamband og Runavíkar Kommuna

Meira kann lesast her: https://fss.fo/nordics2024

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo