Borgarstjórin í New York City, Eric Adams, hevur sett fyrsta "rottu-ráðharran" í býnum til at fáa tamarhald á vaksandi talinum av rottu í milliónbýnum, skrivar Reuters.
Kvinnan í nýggja starvinum verður Kathleen Corradi, ein fyrrverandi lærarinna, sum hevur sett sær fyri at loysa uppgávuna viðvíkjandi rottu-trupulleikanum.
Hvussu stórt tal av rottu er í New York, er tað eingin sum veit neyvt, men í 2014 ljóðaði ein meting at ein rotta var per fýra íbúgvar, skrivar danska TV 2.
Rodents beware: New York City hires first 'rat czar' https://t.co/VtMnqT1ZV1 pic.twitter.com/8JoB9HC20a
— Reuters (@Reuters) April 12, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo