Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Synergi: Kom og lær teg Excel , sum er eitt forrit, sum nærum øll eiga at duga í dag.

Luttakarar siga:
“Eg dugdi EINKI, tá eg kom á skeiðið. Akkurát tilpass tempo til mín. Eg lærdi at gera listar, brúka autosum, frysta rútar o.a. Tolin skeiðsleiðari, sum gav sær tíð at hjálpa.”
-NN

“Góðar umstøður, dugnaligur undirvísari, eitt gevandi skeið, sum vit øll fara at gleðast um, tá vit framyvir fara at arbeiða við Excel”.
Tórður J. Poulsen, Faroe Farming

“At tað bleiv undirvíst í nógvum grundleggjandi tingum. Brúki teldu og Excel dagliga – her var so nógv góð hjálp at fáa, sum lættir um arbeiðið. At tað ikki vóru so nógvir luttakarir, gav ein góðan dynamik og til bar at hjálpa, tá onkur ikki megnaði at fylgja við.”
Marjun Biskopstø, Ílegusavni

Luttakari: ”Nú eri eg ikki líka bangin at opna Excel og gera broytingar.”

Luttakari:”Brúki teldu og Excel dagliga – her var so nógv góð hjálp at fáa, sum lættir um arbeiðið”.

VUPTI – SO ER ALT ROKNA ÚT FYRI TEG!
Í staðin fyri at gera alt av nýggjum hvørja ferð, kanst tú gera tær ymiskar skabelónir til tað, tú oftast hevur brúk fyri. So tastar tú bara nýggjastu broytingarnar inn, og vupti so er alt roknað út fyri teg.

Grundskeiðið er eisini til tín...
...sum brúkar Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini. Nógvar, smartar funkur koma afturat alla tíðina. Hesar lærir tú eisini á skeiðinum.

Kom og lær teg grundleggjandi Excel 7. og 8. oktober kl. 9 – 15. So verður alt so nógv lættari;).

Tekna teg HER ella á heimasíðuni www.synergi.fo . Tú kanst eisini ringja 322355/222355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo