Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur fingið bløðruhálskertilin (prostata) tiknan undir eini skurðviðgerð í dag.
Tað upplýsir forsætismálaráðið sambært tíðindastovuni AFP.
Netanyahu fekk staðfest smittusjúku í landgøgnunum orsakað av góðkynjaðari øking av prostata.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo