Eitt stórt áarlop hevur verið fyri løtu síðani við Mjáuvøtn, tað er nærhendis Leynatunlinum. Minst tveir bilar vórðu raktir av nógva kavanum.
Nógvur kavi og nógv vatn er á vegunum, siga fólk á staðnum.
Maskinur hjá Landsverki eru í holtur við at grava føstu bilarnar leysar.
Ferðslan er tarnað, og langar bilrøðir eru á staðnum, frætta vit.
Klokkan 21.30 skrivar Landsverk soleiðis:
Vegurin er stongdur frá rundkoyringini omanfyri Norðskála og oman til Magnstøðina við Streymin. Fleiri áarlop eru í kvøld millum Effostøðina og Leynatunnulin, og har er nógv vatn á vegnum. Stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er á landsvegnum, í Søldarfirði, við Magnstøðina í Gøtudali og við Gravarbø á Norðoyararvegnum. Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi eftir Selatraðarvegnum har verður grivið aftur kl. 07:00 í morgin og Elduvíkarvegnum kl.07:30. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo