Í góðveðrinum vóru fólk væl hýrd hóast álvarsama evnið, sum tiltakið snúði seg um.
Mótmælisgongan í Havn í dag var nevniliga sprottin úr mótmælunum, sum hava verið nógva staðni í heiminum, serliga í USA, har mótmæli ímóti rasuskilnaði og órættvísi ímóti teimum littu nú í fleiri vikur hava sett sín dám á býarmyndina.
- Rasisma finst í Føroyum, og skal eg geva tykkum eini góð ráð, so er tað at tit í meirilutanum, sum ikki dagliga merkja rasismuna, eisini gera tykkara til at steðga henni, og tað gera tit við at tala at, segði songkvinnan Jasmin Mote, sum tók lut í tiltakinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo